Tað undurfulla MathJax!

Nakað síðan uppdagaði eg JavaScript motorin MathJax, til at vísa støddfrøði í einum alnetskaga við, antin umvegis \(\mathrm{\LaTeX}\) ella MathML syntax. Tað sær sera spennandi út, so eg gjørdi av at royna tað. Nú var so høvi til tað.

Eg havi altíð leitað eftir einum góðum hátti at vísa støddfrøði á netinum. At gera frymlarnir til png og seta teir inn á síðuna, riggar, men úrslitið sær ikki altíð so væl út. MathJax sær út til at vera ein háttur at seta frymlar upp, sum síggja væl út. Í fyrsta postinum á hesum nýggja blogginum hjá mær geri eg nakrar royndir við MathJax, fyri at vita, hvat tað kann.

Latum okkum fyrst hyggja at einum av mínum yndisdømum, sum eg ofta brúki, tá eg ikki veit, hvat annað eg skal skriva.

Loysnin til kvadratisku líkningina \(ax^2+bx+c=0\) er \[x = \frac{-b\pm\sqrt{b^2-4ac}}{2a}.\]

Eitt annað dømi er um loysnina til eina differentiallíkning, \(\mathrm dy/\mathrm dx = xy\). Allar loysnir til hesa líkningina eru \[y = C\,\mathrm e^{\frac12x^2},\]

har \(C\) er eitt tilvildarligt tal. Loysnin var funnin við separatión: \[\int\frac{1}{y}\,\mathrm dy = \int x\,\mathrm dx \iff \ln|y| = \frac12x^2+k \iff y = C\,\mathrm e^{\frac12x^2}.\]

Hetta vóru tvey dømi, har MathJax bleiv brúkt til at vísa støddfrøðiligar frymlar. Fleiri dømi koma í komandi postum.

Posted in Software | Tagged | Leave a comment